Benitez: Eg fari í mai

Rafael Benitez hevur »illsliga« váttað, at hann fer úr Chelsea, tá kappingarárið er av.

 

Chelsea viðhaldsfólkið hevur ongantíð tikið undir við Rafal Benitez, og eisini millum leikararnar tykist hava verið ónøgd við venjaran. Nú hevur hann so sambært millum aðrar miðlar BBC Sports sagt, at hann rýmir úr Chelsea og kallar samstundis avgerina at nevna hann »fyribils« venjara sum eitt mistak.

 

Tá árið byrjaði hevði Londonfelagið møguleikan at vinna ikki færri enn stey steyp - nú eru fýra farin við vissu, og bert tvey eru nøkurlunda realistisk.

 

Fyrst tapti Chelsea Community Shield til Manchester City, síðani Super Cup til Atletico Madrid, hareftir World Club Cup til Corinthians, áðrenn Swansea sló teir út av Capital One Cup. Fyri ikki at nevna, at teir sum fyrstu meistarar nakrantíð ruku út av bólkaspælinum í Champions League.

 

Enska meistaraheitið er væl og virðiliga farið, so nú eru teir eftir í FA Cup og Europa League.

 

Sum nú sær út verður tað eitt stríð at halda fast um eitt Champions League pláss, so tað má sanniliga sigast, at tað hevur veirð sum hjá skúgvinum í Fuglakvæðnum, sum vildi eftir nógvum gapa, upp á tjólegg fór, men øvigur aftur á langlegg datt, sum kálvur dettur í flór.