Rafael Benitez er kosin besti venjari í desember mánaði. Hetta er aðru ferð á rað, at hann fær hendan heiðurin.
Liverpool var á einum sonnum aldukambi og hevði eina røð uppá fimm sigrar í desember mánaða, og samlaða sigursrøðin hjá liðnum kom harvið uppá tíggju dystir.
Liverpool vann í desember ímóti Wigan, Middlesbrough, Newcastle, Everton og West Bromwich Albion. Nú er sigursrøðin hjá Liverpool tó steðga, tá teir bert fingu javnt ímóti Bolton í januar mánað.
Liverpool liggur í løtuni á triðja plássi - eitt stig aftan fyri Manchester United. Liverpool hevur tó spælt tveir dystir færri enn arvafíggindarnir.