Ítróttarrásin, ESPN skrivar, at kendi spanski venjarin, Rafael Benitez vil nú sleppa heimaftur til Spania at royna seg sum høvuðsvenjara hjá einum stórliði í La Liga.
ESPN heldur seg vita, at leiðslan í Real Madrid ynskir, at Rafael Benitez skal taka yvir sessin hjá Carlo Ancelotti, sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum. Ancelotti og Real Madrid hava einki steyp vunnið í ár, samstundis, sum arvafíggindin, FC Barcelona hevur vunnið spanska meistaraheitið, og tað smakkar illa í Madrid.
Agenturin hjá Benitez, García Quilón váttar, at Rafael Benitez heldur enn gjarna vil taka við, sum høvuðsvenjari hjá Real Madrid.
Rafael Benitez hevur spælt við Real Madrid, og hevur vant eykaliðið, Real Madrid B, árini 1993 til 1995. Árini 2001 til 2004 vandi Benitez Valencia, áðrenn leiðin gekk til Liverpool.










