Bendtner: Vit skora á Anfield

Arsenal má skora í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Liverpool á Anfield Road í annaðkvøld, um teir skulu vinna seg í Champions League-hálvfinaluna. Danski Arsenal-leikarin Nicklas Bendtner hevur góðar vónir: ?Tað hendir ikki ofta, at vit í Arsenal spæla 0-0. Liverpool hevur sjálvandi lagt ein taktikk, og vit hava lagt okkara. Men vit megna altíð at skora, og vit koma til okkara málmøguleikar.? Ì fyrru fjórðingsfinaluni var Bendtner so óheppin, at hann ?bjargaði? einum skoti hjá liðfelagnum, Cesc Fabregas á málstrikuni hjá Liverpool. Bendtner gjørdi tó skaðan góðan aftur, tá hann skoraði ímóti Liverpool í Premier League-dystinum, sum var leiktur leygardagin. ?Tað var gott at skora, eftir tað sum hendi mikudagin, tá eg hevði ein lakan dag.? Tað er væl hugsandi, at Bendtner byrjar inni hjá Arsenal, nú tá Robin van Persie er ivasamur til dystin.