Bendtner uppsagdur

Nú er endaliga greitt, at danski framherjin skal finna sær nýtt felag.

Danski framherjin, Nicklas Bendtner, varð á ungum árum spáddur eina glæsiliga fótbóltsframtíð, men tað hevur ikki gingið sum ætlað hjá dananum. Hann slóð ongantíð veruliga ígjøgnum í sínari tíð í Arsenal, og síðani 2014 hevur tað verið týska Wolfsburg, ið hevur havt pappír upp á umstrídda áleyparan.

 

Men Bendtner hevur eiheldur havt veruligan viðgang í Wolfsburg. Maðurin hevur havt disiplinerar trupulleikar, og tað hevur kostað. Seinastu nógvu mánaðirnar hevur hann ikki spælt so mikið sum ein dyst fyri týska felagið, og nú er hamarin fallin yvir Bendtner, sum hevur fingið sáttmálan í Wolfsburg uppsagdan.

 

Sambært týskum miðlum fer Bendtner tó ikki at ganga svangur komandi tíðina, tí at hann hevur eftir øllum at døma fingið 12-15 milliónir í endurgjaldi fyri uppsagda sáttmálan.

 

Nicklas Bendtner er í dag 28 ára gamal og spurningurin er, hvat næsta stigið á fótbóltsleiðini verður. Danskir miðlar vilja vera við, at bæði Brøndby og FCK eru áhugað í framherjanum.