Bendtner møguliga til Kina

Danski framherjin hevur fingið bót frá Wolfsburg og hevur helst onga framtíð í felagnum.

Hin 28 ára gamli danski framherjin, Nicklas Bendtner, má sigast at vera ein, sum mangan skapar trupulleikar fyri seg sjálvan. Seinasta óhepna gerðin, ið Bendtner hevur framt, er tann, at hann hevur deilt eina mynd á Instagram av sær sjálvum og einum Mercedes-bili.

 

Sum so er tað ikki nøkur beistagerð at leggja eina mynd út av einum bili, men tá ið mann umboðar júst týska Wolfsburg, so er tað ein stórur trupulleiki, um leikarar reklamera fyri einum øðrum bilamerki enn Wolkswagen. Orsøkin er tann, at Wolkswagen er høvuðsstuðul hjá Wolfsburg. Harafturat hevur Wolkswagen sín uppruna í býnum Wolfsburg, og tí er eitt inniligt samband ímillum bilamerkið og lokala fótbóltsfelagið. Kravt verður av øllum spælarum hjá Wolfsburg, at teir skulu bara koyra í bilum hjá Wolkswagen.

 

Óhepna Instragram-myndin fær ta av avleiðing fyri Bendtner, at hann skal gjalda eina bót til felagið. 

 

Longu undan myndini á Instagram var Bendtner ikki ein vælumtókur maður í felagnum. Mikukvøldið var hann ikki eingongd í hópinum, tá ið Wolfsburg í Champions League spældi ímóti belgiska Gent.

 

Ítróttarstjórin hjá Wolfsburg, Claus Allofs, váttar fyri danska Jyllandsposten, at í fjarskotna Kina er áhugi fyri Bendtner, ið ikki tykist at hava nakra framtíð í Wolfsburg.

 

Í løtuni er kinesiskur fótbóltur í rúkandi menning. Hetta kemst av nógvu pengunum, sum eru komnir inn í kinesiska fótbóltsheimin. Lutfalsliga kendir leikarar úr Evropa sum Gervinho, Ramires og Jackson Martinez skiftu allir til Kina at spæla í undanfarna flytingarglugga. Kinesiski flytingargluggin skilir seg frá tí evropeiska flytingarglugganum, tí at hann er opin í eina viku afturat.