Bendtner klárur til Juventus

Alt bendir á, at Nicklas Bendtner kann byrja í nýggja fótbólsfelagi sínum, Juventus.

 

Fyrr í dag var Bendtner til obligatorisku læknakanningina, sum allir leikarar skulu til, áðrenn teir undirskriva sáttmála við eitt felag.

 

Hóast italska felagið ikki hevur almannakunngjørt nýggjastu tíðindini, um at Bendtner kláraði læknakanningina, hevur Bendtner sjálvur avdúkað tíðindini á sínum Twitter-profili.

 

- So glaður og eyðmjúkur. Ein dreymur er blivin til veruleika, skrivaði Bendtner á sínum Twitter. Bert fáar minuttir eftir at hann hevði fortalt tíðindini á Twitter, lbivu boðini slettað.

 

Hetta merkir allarhelst ikki, at hann ikki skal til Juventus, men meira at tað skal verða fótbóltsfelagið, ið kemur við nýggjheitunum, og ikki Bendtner sjálvur.