Bendtner fer at byrja

Morten Olsen, danskur landsliðsvenjarin, er sannførdur um, at Nicklas Bendtner fer at loysa Emmanuel Adebayor av sum framherji í Arsenal.

– Eg ivist ikki í, at hann fer at megna tað. Tað verður sjálvsat torført hjá honum at standa seg væl hvørt vikuskifti, men eg vænti mær nógv av honum, sigur Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari, millum annað við danska Tipsblaðið.