Bendtner fær rós frá Wenger

Arsenal manglaði bæði Emmanuel Adebayor og Robin van Persie í álopinum, tá liðið leygardagin vann 2-1 á Manchester United. Danin Nicklas Bendtner spældi í álopinum, og venjarin Arsene Wenger var væl nøgdur við avrikið. - Bendtner spældi ein sera góðan dyst. Mikudagin spældi hann ikki so væl, men í dag kom hann aftur og gjørdi gott avrik. Hetta vísir bara, hvussu trupult starvið sum venjari er, sigur Arsene Wenger.