Danski áleyparin, Niclas Bendtner, sum seinasta hálvt annað árið hevur spælt í týska felagnum Wolfsburg, kann vera á veg aftur til enskan fótbólt.
Tað eru fleiri enskir miðlar sum í dag skriva, at eitt av botnliðunum í Premier League, Newcastle, ætlar sær danska áleyparan, sum annars hevur verið eitt vónbrot í týska felagnum, Wolfsburg.
Newcastle hevur í løtuni trupulleikar í fremstu røð. Aleksandar Mitrovic er einasti beinleiðis áleyparin sum er førur fyri at spæla, meðan hin áleyparin, Papiss Cissé, er langtíðarskaddur.
Tí er ikki óhugsandi at Nicklas Bendtner kann skifta til Newcastle í hesum flytingarvindeyganum.