Tað hevur ligið í luftini í seinastuni, at formansskifti var á veg í Konservativa Fólkaflokkinum, og tí kom tað ikki óvart á danir, tá fjømiðlarnir í morgun boðaðu frá, at Bendt Bendtsen hevði gjørt av at siga formansstarvið og ráðharrasessin frá sær. Ístaðin fyri fer hann at stilla upp til Evropatingið.
Tað kom heldur ikki óvart á nakran, at Lene Espersen tekur við sum floksformaður fyribils, tí hon hevur leingi verið mett sum krúnprinsessan í flokkinum. Samstundis sum hon tekur við formansstarvinum, verður Lene Espersen eisini búskapar- og vinnumálaráðharri. Løgmálaráðið, sum hon hevur umsitið, fara eftir øllum at døma til floksfelagan Brian Mikkelsen,k sum frammanundan er mentamálaráðharri.
Enn er ógreitt, um Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fer at nýta hetta høvið til eina størri umskipan í stjórnini.
Bendt Bendtsen, sum er 54 ára gamal, hevur verið formaður hjá teimum konservativu síðani í novembur í 2000 og búskapar- og vinnumálaráðharri síðani juni í 2002.