Tað eru gott og væl fýra ár síðan, at Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum flogbóltsspælari. Seinastu trý kappingarárini hevur hann virkað sum hjálparvenjari og talentleitari hjá Marienlyst, sum hann eisini umboðaði sum spælari. Og felagið er í viðgongd. Í gjár varð danska steypakappingin endurvunnin í Odense Idrætshal.
Uppiborin sigur
Mótstøðuliðið í finaluni var Spentrup, sum heldur óvæntað hevði varpað donsku meistararnar Middelfart út úr kappingini í hálvfinaluni. Eitt úrslit, sum kom sera óvart á danska flogbóltsheimin. Kortini varð ikki væntað, at Spentrup fór at endurtaka bragdið í finaluni. Tað lukkaðist heldur ikki.
Marienlyst spældi við fullari megi frá byrjan og var eitt skifti á odda 8-1 í fyrsta setti. Verandi steypavinnararnir vunnu eisini fyrsta umfarið greitt 25-11. Spentrup fann fótafestið við tíðini og vann næsta sett 25-21. Tað var eisini umreppið, at teir struku avstað við tí triðja, men tað vóru Bárður Bendix Mikkelsen og liðfelagarnir, sum høvdu neyðuga yvirskotið og royndirnar tá avtornaði. Settúrslitini vóru 27-25 og 25-17.
Aftur hetta vikuskiftið
Marienlyst hevur nógv at spæla fyri í hesum døgum. Komandi vikuskiftið verður kappingin um norðurlendska meistaraheitið í Falkenberg í Svøríki, ein kapping, sum Marienlyst vann í fjør. Hini liðini vera Nyborg úr Bergen, sum er oddalið í Noreg, Falkenberg, sum er á øðrum plássi í Svøríki, og Gentofte, sum í løtuni er nummar trý í Danmark. Avbjóðingin hjá Bárði og hinum í venjaratoyminum er at fáa armarnar niðuraftur, so fyrireikingarnar til ta kappingina verða so góðar sum tilber.
Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum spælari í 2009. Hann var við á liðnum hjá Marienlyst, sum flutti upp í bestu donsku deildini í 2001. Eftir nøkur ár í Holte, skifti hann aftur til Marienlyst í 2008. Hann setti seinasta punktum sum elituspælari árið eftir, tá hann og liðfelagararnir vunnu heili trý gullmerki – danska meistaraheitið, norðurlendska meistaraheitið og donsku steypakappingina.