Ábendingar um vatn á Mars

Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur nú, at kanningarfarið Curiosity hevur funnið lindir úr leiri við at bora niður í helluna á Mars, og at hetta er tekin um, at vatn hevur runnið á teirri reyðu gongustjørnuni eina ferð í tíðini.

Vísindafólk hjá NASA siga, at staðfestingin er eitt týðandi stig í royndini at prógva, at lív kann hava verið á Mars fyrr.

-At leir er har bendir á, at fyri fleiri milliardum árum síðani vóru umstøðurnar soleiðis, at livandi verur trivust á Mars ella í hvussu er summastaðni á gongustjørnuni, sigur NASA.

Bretska kringvarpið BBC sigur frá leiðaranum fyri Curiosity-kanningunum, John Grotzinger, at undir kanningunum hevur Curiosity funnið steinar, sum eftir øllum at døma hava ligið í vatni.