Benbakoura aftur á landsliðnum

Lene B. Terp hevur sent boð eftir 22 leikarum til HM undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðnum ímótí Ukraina og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli fyrst í september

Rebekka Fjallsá Benbakoura er nú aftur á landsliðnum eftir drúgvan knæskaða - Mynd: Savnsmynd/Bjarni Enghamar

Lene B. Terp hevur sent boð eftir 22 leikarum til HM undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðnum ímótí Ukraina og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli fyrst í september.

 

Fríggjadagin 2. september og týsdagin 6. september spælir A-landsliðið við kvinnum aftur HM undankappingardystir, tá ið Ukraina og Skotland koma á vitjan á Tórsvølli. Talan er um teir báðar seinastu dystirnar í hesari undankappingini.

 

Allar í hópinum hava verið úttiknar fyrr, men hjá serliga einum spælara er long tíð liðin síðan seinastu landsliðsúttøku. Framherjin Rebekka Fjallsá Benbakoura er nevniliga klár aftur eftir at hava verið úti við drúgvum skaða. Atgongumerkjasølan til dystirnar er byrjað á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum.

 

Hesar eru úttiknar til dystirnar:

 

Ásla Johannesen, AGF

 

Olga Kristina Hansen, B36

 

Valborg Østerø, B36

 

Rakul Maria Johannsese, B36

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

 

Kára Djurhuus, EBS/Skála

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Sarita Maria Mitfoss, HB

 

Ása Stórá Carlsen, HB

 

Julia Naomi Mortensen, HB

 

Rebekka Benbakoura, HB

 

Birita Ryan, KÍ

 

Hervør H. Olsen, KÍ

 

Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

 

Ansy Sevdal, NSÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Rebekka Fjallsá Benbakoura er nú aftur á landsliðnum eftir drúgvan knæskaða - Mynd: Savnsmynd/Bjarni Enghamar