Ben Arabo nýggjur formaður í FOÍB

-Tað er einki annað enn náttúrligt og rætt, at føroyingar taka við týðandi álitsstørvunum í oljuvinnuni, sohvørt oljumenningin fer fram heldur nýggi formaðurin í FOÍB, Ben Arabo, sum formansstarvið sum eina stóra og spennandi avbjóðing.

 

Føroyingar og størv í oljuvinnu



Sohvørt oljuvinnan mennist taka føroyingar yvir fleiri av týðandi størvunum í vinnuni. Eitt slíkt týðandi starv er formaðurin í FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, (Faroes Oil Industry Group) har tey 13 oljufeløgini, sum hava leitiloyvi við Føroyar, eru limir. Felagið, sum er tað upprunaliga GEM men sum varð broytt og endurskoðað herfyri, hevur gjøgnum árini havt útlendskan formann. Halvor Snarvold, sum hevur verið við í oljumenningini í Føroyum síðani fyrst í 90-unum, hevur verið formaður fyrst í GEM og síðani í FOÍB, til fyri nøkrum døgum síðani. Á fundi í stjórnarnevndini hjá FOÍB, sum varð hildin í Keypmannahavn herfyri, varð Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum valdur til nýggjan formann. Á sama fundi varð eisini valdur nýggjur formaður fyri jarðtøknibólkin undir FOÍB. Tað er Steve Smith úr Shell. Samanbera vit við viðurskiftini í grannalondunum er tað nærmasta vit koma til eitt líknandi felag sum FOÍB, tað norska OLF, Olieindustrien Landsforening og tað bretska UKOOA, UK Offshore Operators Association.


FOÍB umboðar oljufeløgini, ið eru loyvishavarar á føroyskum øki. Hesi eru Agip, Amerada Hess, Atlantic Petroleum, British Gas, BP, Dong, Enterprise, Føroya Kolvetni, Phillips, Statoil, Veba og Shell. Endamálið við FOÍB er at umrøða mál av felags áhuga og at vera umboð fyri samskifti vegna oljuvinnuna í Føroyum. Eisini er endamálið at samstarva um at fáa til vega vitan og royndir til gagns fyri oljuvinnuvirksemi á føroyskum øki. Vísingaligar kanningar og greiningar undir FOÍB halda fram, og verður seinasta hond løgt á verkætlaninar fyri 2002 í løtuni upplýsir Atlantic, sum hevur ábyrgdina av umsitingini av FOÍB virkseminum.


Ben Arabo, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur og sum hevur arbeitt hjá Amerada Hess í Bretlandi og í Føroyum í fleiri ár, er ein av teimum ungu føroyingunum, sum er komin sær framat í oljuvinnuni, sum er við at fáa fótin fyri seg í Føroyum. Hetta er sama gongdin, sum man hevur sæð í t.d. Noregi, har vælútbúnir norðmenn sohvørt oljumenningin fór fram tóku yvir leiðandi størvini í vinnuni, sum útlendingar frammanundan høvdu umsitið.


Ben Arabo er fegin um nýggju avbjóðingina og vísir á, at tað verður eingin løtt uppgáva at fylla karmarnar út eftir Halvor Snarvold, sum hevur verið formaður í GEM og nú í seinatuni eisini í FOÍB øll árini. ?Eg haldi, at Halvor Snarvold hevur gjørt eitt ómetaligt gott og stórt arbeiði, og eg fari at gera brúk av tí, sum hann hevur bygt upp øll hesi árini sigur Ben Arab, sum heldur nýggju avbjóðingina verða spennandi, nú oljuleitingin á landgrunnin júst hevur traðkað sínar barnaskógvar.


Sjálvur heldur Ben tað eisini vera røttu leiðina at ganga, tá føroyingar verða settir í týðandi og ábyrgdarfull størv í oljuvinnuni. Tað er einki meira náttúrligt enn tað.


Í FOÍB eru fimm ymsir bólkar. Umhvørvisbólkurin, formaður Arne Myhrvold, Statoil, Leitingar- og jarðtøknibólkurin, formaður Steve Smith, Shell, Verkfrøðið og operationelli bókurin, formaður John Thorogood, BP, Trygd og tilbúgvingarbólkurin, formaður Paolo Linzi, Agip og Fíggjar- og lógarbólkurin, formaður Ben Arabo, Amerada Hess.


Upprunin til FOÍB er GEM, sum byrjaði miðskeiðis í 90-unum við tí endamáli fyrst og fremst at samskipa øll tiltøk, sum høvdu við umhvørvið at gera. Fyri fyrstu ferð í alheims oljusøguni tóku oljufeløg og myndugleikar seg saman í eitt samarbeiði fleiri ár, áðrenn loyvi vórðu givin og farið varð at bora. Hetta samstarvið hevur havt við sær eina røð av kanningum av umhvørvinum og hevur tað givið eitt nú føroyskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum førleika, sum aftur kann fáa stóran týdning fyri framtíðina oljutilgongdina. Tá oljuleitingin byrjaði varð mett, at GEM lutvíst hevði gjørt sum arbeiði, men at tað átti at fylgjast upp og at nýggjar uppgávur áttu at takast við í arbeiðið. Úrslitið var stovnanin av FOÍB. GEM hevur seinastu árini brúkt einar 12 mill. kr. um árið og verður mett, at fíggjarætlanin hjá FOÍB fer at liggja um nakað tað sama. Tað eru loyvishavararnir, sum rinda peningin.