Below Your Belt í Matas

Í sambandi við at Matas í Danmark letur upp ein nýggjan handil á Strøgnum í Keypmannahavn, hava Hans Fróði Hansen og Matas gjørt avtalu um, at rakikremið Below Your Belt til mannin og kvinnuna sum Hans Fróði hevur skapt, nú verður partur av vøruskránni hjá Matas.

Nýggi handilin hjá Matas verður ein sokallaður ?Flagship Store?, sum merkir, at hetta verður høvuðshandilin hjá Matas í Danmark. Hann verður 400 kvadratmetrar til støddar.

Tað er ikki ein og hvør, sum sleppur inn við vørum í Matas og tí hevur tað tikið drúgva tíð og hart arbeiði at fingið Below your Belt við í vøruskránna hjá Matas. Matas umboðar øll tey stóru kosmetikmerkini í heiminum og hetta merkir, at tá eitt nýtt merki kemur inn, má eitt annað út.

Matas eigur 246 handlar í Danmark og ætlanin er, at allir handlarnir hjá Matas í framtíðini fara at selja Below Your Belt vørurnar. Í fyrstu atløgu verður tað høvuðshandilin hjá Matas á Strøgnum, Nygade 7, sum fer at selja vørurnar hjá Hans Fróða. Nýggi handilini letur upp 2. desember og Below Your Belt fer at skipa fyri tiltøkum í og uttan fyri handilin fram til jóla.