Sambært The Sun fór hendingin fram mikudagin, tá 30 ára gamli walisin ikki vildi gera sum ein av venjarinum segði. Mancini var í øðini og spurdi hví Bellamy altíð skuldi seta spurnartekin við alt, og hví hann ikki bara gjørdi sum tað bleiv sagt. Bellamy svaraði aftur, at hann vil bara tað besta fyri felagið.
Mancini avsannaði á einum tíðindafundi í dag, at tað eru nakrir trupuleikar millum teir báðar. Hann avsannaði eisini, at hann hevði sagt við Bellamy, at hann ikki skuldi koma aftur fyribils og vísti á, at Bellamy hevur verið til venjing seinastu dagarnir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sinnalagið hjá Bellamy ger um seg. Verður hugt eftir CV´inum hjá honum á hasum økinum, so er hetta heldur ikki seinastu ferð, men tað fer tíðin so at vísa.
Manchester City skal sunnudagin spæla móti Liverpool. Dysturin hevur avgerandi týdning fyri kappingina um fjórða plássið.