Liverpool hevur júst tryggjað sær walisiska álopsspælaran Craig Bellamy frá Blackburn, men Bellamy hevur okkurt við sær í viðførinum, sum bæði hann og nýggja felagið vildu sloppið undan at drigist við. Bellamy var fyrr í ár tikin fyri at hava verið harðligur mótvegis einari kvinnu á einum pubbi í Cardiff, og nú verður ákæra reist ímóti Bellamy. Álopsspælarin verður ákærdur fyri í tveimum førum at hava framt harðskap, og nú verður bíðað eftir, at málið skal koma fyri í rættinum.