Belgiskur uppflytari tekur øll á bóli

Union Saint-Gilloise er um at fremja bragd á hædd við B71

Í summar skifti Jóan Símun Edmundsson til belgiskan fótbólt. Harvið gjørdist Jóan Símun fyrsti føroyingur í belgiskum fótbólti, men fá mundu taka sær tykni av, at ánarin av enska Brighton Hove & Albion, Tony Bloom, í mai mánaða 2018 saman við handilsfelaganum, Alex Muzio, keypti belgiska 2. deildarfelagið Union St. Gilloise.

 

Royale Union Saint-Gilloise varð stovnað 1. november 1897. Felagið vann fyrsta av ellivu meistaraheitum í 1904 og higartil seinasta í 1935. Frá 1933 til 1935 spældi liðið 60 dystir á rað uttan at tapa, og tað er framvegis belgiskt met.

 

Í árunum 1958 til 1965 stóð felagið seg væl í europeiskum fótbólti og náddi hálvfinaluna í 1959-60 í Inter Cities Fairs Cup (UEFA Cuppini), men tapti fyri italska AS Roma.

 

Í 1963 flutti felagið niður í 2. deild, men hóast eitt rend aftur í bestu deildini, flutti felagið longur niður í 1980. Eftir 48 ára fráveru vann felagið sær aftur rættin til at spæla í bestu deildini.

 

Á jólum 2021 hevði felagið eina sjey stigsleiðslu í belgisku kappingini, og hana hava teir vart síðani. Liðið hevur higartil vunnið 20 av 29 dystum. Teir hava skorað flest mál (62) og latið fægst inn (22).

 

Felagið, sum er staðsett í Brússel, spælir á 103 ára gamla leikvøllinum Joseph Marien, sum eisini hýsti allarfyrsta landsdystinum hjá Spania undir HM 1920. Spania vann tá rættiliga óvæntað 1-0 á Danmark, og nú kann leikvøllurin aftur verða karmur um eitt rættiliga óvæntað meistaraheiti, tá Union SG í 125 stovningarárinum kann vinna belgiska meistaraheitið við Jóan Símun millum fremstu áskoðararnir. Eitt bragd á hædd við eitt nú B71, sum vann FM í 1989, og enska Leicester, sum vann Premier League í 2016.

 

Bæði Union SG og eltarin, Club Brügge, spæla seinni í dag á útivølli ímóti ávikavist Kortrijk og RFC Seraing.