Í annaðkvøld verða tveir framskundaðir dystir í 18. umfari. Annar av teimum verður í Klaksvík, har KÍ tekur móti AB.
Argjamenn hava í eina tíð havt 26 ára gamla belgiska miðvallaran, Hannes Deboes, til royndarvenjing. Hann hevur nú fingið loyvini upp á pláss og verður partur av hópinum hjá AB, sum fer til Klaksvíkar í morgin. Hann verður lýstur sum ein bólttryggur spælari.
KÍ hevur eisini gjørt avtalur við útlendskar spælarar, men teir verða ikki við í hesum dystinum. Miðvallarin David Skrbec úr Slovenia og málverjin Lukasz Jarosinski úr Póllandi hava gjørt sáttmála við KÍ. Tað er ein liður í at styrkja liðið á miðvøllinum, har Alessio Hyseni er farin av landinum aftur, og at fyrireika seg til at royndi málverjin, Meinhardt P. Joensen, gevst at spæla komandi kappingarár.
Tað er ongin ivi um, at KÍ er favorittur at vinna dystin, men tað er eitt lutfalsliga skert KÍ-lið. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic hava leikbann, meðan Odmar Færø og Ísak Simonsen eru ivasamir.
Fakta:
Betri deildin menn 18.umfar:
Mikukvøldið 22. juli:
NSÍ-Skála (18.30) Beinleiðis á FM1
KÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1
Hóskvøldið 23. juli:
HB-B36 (19.00) Beinleiðis á FM1
Fríggjadagin 28. august:
TB-Víkingur
EB/Streymur-ÍF