Belgiskur sigur í Pyrneunum

Belgiumaðurin Jelle Vanendert vann rættiliga óvæntað dagsins tein í Tour de France. Hann fór einsamallur um málið nakað undan spaniumanninum Samuel Sanchez.

 

Millum favorittarnar hendi ikki tað stóra í dag. Schleck-brøðurnir gjørdu onkran lítlan vørr av og á í teirri seinastu brekkuni, men hinir, teirra millum Alberto Contador, tóku teir aftur. Tí komu teir at kalla javnir á mál, tó so at Andy Schleck var trý sekund undan hinum favorittunum.

 

Fransmaðurin Thomas Voeckler hevur víst seg at vera sera seigur, og eftir dagsins tein er hann framvegis í teirri gulu troyggjuni.