AB hevur kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við belgiska miðvallaran, Jasper Van Der Hayden. Hann hevur verið ein týdningarmikil spælari hjá argjamonnum í hesum kappingarárinum.
25 ára gamli Jasper Van Der Hayden kom til føroyskan fótbólt undan hesum kappingarárinum. Hann var fúsur at vísa seg fram í fleiri av føroysku feløgunum, og endaði við at gera sáttmála á Argjum.
Hann útmerkar seg við sínum skjótu dribblingum, har hann mangan setur bæði ein og tveir mótstøðuspælarar av, men tað hevur ikki gingið eftir vild frammanfyri málinum hjá hvørki Jasper Van Der Hayden ella AB.
AB boðar frá, at felagið er í holt við at gera fleiri sáttmálar í løtuni. Felagið liggur í løtuni nummar 9 í landskappingini og næsti dysturin er ein botngýsari móti Skála, sum liggur á 10. plássi.










