Belgia
Árni Joensen:
Av teimum belgisku stjórnarflokkunum vóru tað serliga sosialistarnir, sum fingu eitt gott úrslit sunnudagin, men kortini ikki nóg mikið til at broyta lutfallið millum sosialistarnar og teir liberalu flokkarnar í samgonguni. Eisini flokkurin hjá Guy Verhofstadt, forsætisráðharra hevði framgongd.
Harafturímóti høvdu umhvørvisflokkarnir eitt vánaligt val, og tað ger, at flokkarnir halda ikki fram í samgongustjórnini.
Teir liberalu flokkarnir fingu 49 umboð í tjóðartingið og sosialistarnir 48, so flokkarnir hava greiðan meiriluta í tinginum, sum hevur 150 limir.
Men valið gjørdist eisini ein stórsigur hjá tí tjóðskaparsinnaða høgraflokkinum Vlaams Blok. Flokkurin fekk næstan 19 prosent av atkvøðunum, og tá er vert at hava í huga, at hann fekk allar atkvøðurnar í tí flamska partinum av Belgia. Hetta er tað besta valið hjá flokkinum, síðani hann var stovnaður fyri 25 árum síðani.










