Belgia víðari eftir enn eitt drama

Talan var enn einaferð um longda leiktíð, tá ið Belgia vann 2-1 ímóti USA.

Seinasta 1/8-finalan í røðini í hesum HM-endaspælinum var á skránni í kvøld, tá ið Belgia og USA hittust. Øll hava væntað sær nógv av Belgia, men spælið hevur ikki verið tað besta í bólkaspælinum, meðan USA hinvegin heldur óvæntað spældi seg víðari og hevur havt vind í seglunum.


Í fyrra hálvleiki hevði Belgia bóltin fyri tað mesta, men býtið við málmøguleikunum var rættiliga javnt. Størstu málmøguleikarnar áttu Kevin de Bruyne og Clint Dempsey fyri hvør sítt lið, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta mál og fyrri hálvleikur endaði harvið málleysur.


Í seinna hálvleiki treyt als ikki við málmøguleikum. Belgia átti teir flestu, og var tað serliga 19 ára gamli Divock Origi, sum lá framvið. USA vardi tó fyri í fleiri avgerandi løtum, og vóru teir úr statunum eisini tætt við at fáa løn fyri stríðið, tá ið innskifti Chris Wondolowski fekk risa málmøguleika fá sekund fyri leiklok. Hóast púra leysur beint frammanfyri málinum, skeyt hann upp um málið og dysturin endaði harvið málleysur og mátti í longda leiktíð.


Longda leiktíðin var bara tveir minuttir gomul, tá ið Kevin de Bruyne legði Belgia á odda 1-0 og sendi land sítt á sigurskós. Tað var tann júst innskifti Romelu Lukaku, sum annars hevur havt eitt ivasamt HM, ið setti álopið í gongd. USA royndi eftir hetta at leggja trýst á, men heldur enn at javna vóru tað Belgia og Romelu Lukaku, sum øktu til 2-0. Hann gjørdi enda á einum væl greiddum mótálopi.


Júst sum ein fekk kensluna av, at Belgia var ávegis at spæla seg víðari, svaraði USA aftur. Tað var tann júst innskifti 19 ára gamli Julian Green, sum minkaði til 2-1 tveir minuttir eftir síðuskiftið í longdu leiktíðini. Eftir hetta leikti hart á frammanfyri belgiska málinum, men hóast USA var tætt við at javna, so var tað Belgia, sum bant um og vann 2-1.


Við sigrinum hevur Belgia nú spælt seg í fjórðingsfinaluna, har teir hitta Argentina. Hesin dysturin verður spældur leygardagin kl.17.00.


Belgia – USA 0-0 (0-0) 2-1 eftir longda leiktíð

1-0: Kevin de Bruyne, 92.

2-0: Romelu Lukaku, 105.

2-1: Julian Green, 107.