Belgia stríddi seg víðari

Bólkur H:
Japan vann seg fyri fyrstu ferð í søguni víðari, og Russland er nú úti úr kappingini

HM-fótbóltur

Søguligu stríðsbondini millum Japan og Russland fornokta seg ikki, og tí er einki at siga til, at um góðu fóbtóltsúrslitini hjá Japan kennast eyka fjálg, nú Russland ikki vann seg víðari úr bólki H.
Talan var annars um ein sera dramatiskan dyst, tá Russland og Belgia skuldu gera av, hvør av teimum skuldi vinna seg víðari úr bólkinum. Russland hevði nóg mikið við javnleiki til at tryggja sær sessin, men hetta eydnaðist teimum tó ikki.
Talan var tó um eina sera spennandi seinastu løtu, tí eftir at Russland tveir minuttir fyri leiklok hevði minkað munin til 3-2, tveittu teir alt fram í royndunum at fáa seinasta málið, og fleiri ferðir var tað eisini um reppið, at bólturin fór inn í belgiska málið, men ?reyðu devlarnir? megnaðu tó at halda fast, og harvið ogna sær sessin í fjórðingsfinaluni, har Brasilia verður mótstøðuliðið.

Fremsta plássið í bólkinuim ognaði Japan sær, eftir at teir eisini vunnu triðja dystin í bólkaspælinum.
Japan var alla tíðina greitt omaná móti Tunis, men leingi hildu afrikanararnir sera væl fatur í japansku álopsmonnnunum.
Tá Moishima beint eftir steðgin fekk lagt vertstjóðina á odda, loysnaði tó, og tað var ikki annað enn uppiborið, tá stóra stjørnan hjá Japan, Hidetoshi Nakata, staðfesti sigurin eitt korter fyri leiklok.
Við sigrinum hevur Japan fyri fyrstu ferð í søguni vunnið seg víðari í 1/8-finalurnar, har teir skulu møta Turkalandi. Og við spælinum, sum liðið hevur sýnt og stuðlinum frá áskoðarunum, er als ikki óhugsandi, at Japan í øllum førum fer at teljast millum tær 8 sterkastu fótbóltstjóðirnar í heiminum um eina knappa viku.

Úrslit:
Belgia-Russland 3-2 (1-0)
1-0: Johan Walem, 7
1-1: Vladimir Beschastnyk, 52
2-1: Wesley Sonck, 78
3-1: Marc Wilmots, 82
3-2: Dmitry Sychev, 88

Japan-Tunis 2-0 (0-0)
1-0: Hiroaki Morishima, 48
2-0: Hidetoshi Nakata, 75