Tað var nærhendis eina politistøð í miðbýnum í Charleroi, at tilburðurin í gjár fór fram, vita belgiskir miðlar at siga. Somuleiðis eru ábendingar um, at talan er um eina islamska yvirgangsatsókn.
Sambært lokalar politikerldur rópti illgerðarmaðurin “Allahu Akhbar” (Gud er størri, blðm.), tá hann leyp á teir báðar politistarnar, men hann bleiv skotin av einum triðja politisti og doyði seinni á sjúkrahúsi.
Ein av løstaðu politistunum fekk djúp skurðsár í andlitið og varð fluttur á sjúkrahús, meðan starvsfelagi hansara slapp hepnari frá hendingini og fekk minni læstir.
Fordøma illgerðina
Belgiski forsætisráðharrin, Charles Michel, hevur alment fordømt illgerðina og sigur, at fyribils bendir alt á, at talan var um eina yvirgangsatsókn.
Trygdar- og innlendismálaráðharrin, Jan Jambon, sigur at landsins antiyvirgangsstovnur, OCAM (Organe de Coordination et d'Analyse de la Menace), kannar hendingina og tekur bestikk av støðuni.
At yvirgangur hendir í Charleroi, kemur onkursvegna ikki fullkomiliga óvart á, tí tað var har, nakrir av jihadistunum, ið framdu stóru yvirgangsatsóknirnar í Paris í november í fjør og í Brüssel í mars í ár, hildu til og høvdu sína basu.