-Fólk í øðrum londum flenna at okkum, tí vit ikki kunnu semjast um at skipa landinum eina stjórn, sigur belgiski uttanríkisráðharrin, Karel de Gucht. Hann skuldi frá aftan á valið í summar, men er framvegis ráðharri, tí flokkarnir kunnu ikki semjast um at skipa nýggja stjórn.
Valið í Belgia var10. juni. Kristiligi demokratiski flokkurin í tí flamska partinum av landinum gjørdist landsins størsti, men allar royndir at skipa stjórn saman við borgarliga flokkinum í hinum partinum av landinum hava verið til fánýtis, og um vikuskiftið legði Yves Leterme, floksformaður, kongin.
Avgerð hansara fekk Albert kong at senda boð eftir Guy Verhofstadt, sum var forsætisráðharri undan valinum í summar, og sum hevur staðið fyri einari umsitingarstjórn síðani valið. Ørindini hjá kongi vóru at biðja stjórnina halda fram, so landið ikki endar í stjórnarloysi. Verhofstadt játtaði.










