Belgia vann í dag 2-0 á Onglandi í bronsufinaluni. Thomas Meunier og Eden Hazard skoraðu málini. Romelu Lukaku megnaði ikki at skora. Tí fer enski liðskiparin, Harry Kane, avstað við gullskógvinum, um ikki Antoine Griezmann og Kylian Mbappé skora í minsta lagi hattrik í finaluni í morgin.
Les eisini: Kane og Lukaku spæla um gullskógvin
Belgia kom á odda longu aftaná fýra minuttir. Belgia fór í álop í vinstru síðu og Nacer Chadli legði bóltin væl innfyri til Thomas Meunier, sum kom tvísporandi framum verjuna hjá Onglandi.
Gareth Southgate, venjari hjá Onglandi, hevði gjørt fleiri broytingar, men tað hjálpti lítið. Onglandi kom til onkrar møguleikar, men sjáldan stóð nógv á. Nærmastur at skora var Eric Dier.
Móti endanum setti Eden Hazard punktum fyri eitt gott persónligt HM. Hann hevur verið millum bestu spælararnar og slapp eisini at seta punktum við einum máli. Í morgin verður HM-finalan, har Frakland og Kroatia spæla.
Bronsufinalan:
Belgia – Ongland 2-0 (1-0)
1-0 Thomas Meunier, 4
2-0 Eden Hazard, 82