Í gjár skuldi slagið standa hjá Sverra Nielsen. Eftir sannførandi at hava tryggjað sær pláss fyrst í semifinaluni og so finaluni, var tað nú, hann skuldi tryggjað sær pláss í OL í Rio.
Danir høvdu tó størri vónir til Mads Rasmussen og Rasmus Quist, sum vunnu OL í London í 2012.
OL-kvalifisering hevur seinastu dagarnar verið í Sveits og millum rógvararnar var vágamaðurin Sverri Nielsen. Hann gjørdist tó akkurát ov stuttur. 0,36 sekund var alt, sum skilti hann frá øðrum plássið og einum ferðaseðli til Rio.
Enn tættari vóru Mads Rasmussen og Rasmus Quist. Teir endaðu eisini á triðja plássi, 0,03 sekund aftan fyri nummar tvey.
Tískil kláraðu hvørki Sverri Nielsen ella Mads Rasmussen og Rasmus Quist at vinna sær luttøku í OL í Rio beinleiðis. Tó eru allar súðir ikki syftar enn.
Tað er nevniliga so, at ein belgiari endaði framman fyri Sverra Nielsen og ein belgiskur bátur endaði framman fyri Mads Rasmussen og Rasmus Quist. OL-nevndin hevur tó gjørt av, at fyri at tryggja ein breiðan luttakaraskara, sleppur einans ein kvinnubátur og ein mannfólkabátur frá hvørjum landi víðari frá OL-kvalifiseringini.
Belgia hevur tí 14 dagar at avgera, hvat umboð teir senda til OL. Um teir so velja at senda lættvektsdupultscullaran til Belgia, fellur hitt plássið til føroyska Sverra Nielsen.