“Bel canto” operasangur í Havn og í Fuglafirði

Í hesum døgum verður sungið hart úti á Tórshavnar Musikkskúla, tí operasangararnir Birita Adela og Douglas Yates fyrireika seg til “Bel canto” konsert

Komandi vikuskifti skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18. august í Norðurlandahúsinum, og tann seinna sunnudagin 20. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 

 

“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trína á pall. 

 

##med2##

 

Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør. 

 

Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni - “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro - “Gandafloytan” (2022).

 

##med3##

 

Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum. 

 

Norðurlandahúsið fríggjakvøldið 18. aug. kl. 19:30

 

Mentanarhúsið í Fuglafirði sunnudagin 20. aug. kl. 16:00

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Myndir: HeinesenMyndir 2023