Beit oyrað av skipsfelaga

Tað er ikki bara Mike Tyson, sum kann finna uppá at bíta oyrað av sínum mótstøðumanni.

Jólakvøld høvdu tveir írskir sjómenn, sum lógu ikki í Tromsø í Noregi, fingið í so nógv upp í høvdið. Tað endaði við bardaga, og undir bardaganum gjørdi annar ikki mætari enn at bíta eitt petti av øðrum oyranum hjá hinum. Tað eydnaðist teimum boðsendu norsku hjálparfólkunum at finna pettið, sum bleiv seymað áaftur.

Nordlys skrivar, at írska skipið verður liggjandi í Tromsø nakrar dagar, meðan løgreglan kannar málið.