- Lívið kann skjótt gerast rættiliga fátækt. Tak hetta vikuskiftið til dømis. Leygarmorgunin klokkan níggju møta vit og tólv tímar seinni eri eg við hús aftur, uttan at hava spælt yvirhøvur. Vit spældu útidyst og tá koyra vit ofta eini fýra ella fimm tímar. Heima aftur, át eg ein skjótan bita og fór í song.
Í dag fór eg út og keypti nøkur bløð og hæddarpunktið var, tá Manchester United spældi. Annars var einki á skránni.
Atli Gregersen, yrkisleikari í Ross County í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini og miðverji á føroyska landsliðnum, eigur orðini omanfyri.
Í summar fekk hann, sum 28 ára gamal, møguleikan at royna lívið sum fulltíðaryrkisleikari. Ein møguleiki, hann ikki vildi lata fara framvið borðinum, og ein møguleiki, hann er fegin fyri at hava troytt, hóast hetta lívið mangan er bæði einfalt og einsligt.
Ætlaði ikki at fara
- Tað var beint eftir, at kappingarárið 2009 var av, at umboðsmaðurin mín, Hans Jacob á Líknargøtu, segði við meg, at eg átti at fari til Skotlands at roynt meg í eina viku. Eg var ikki heilt við upp á tað, men fór at enda. Venjingin gekk fínasta slag, tað søgdu teir eisini har og eg skuldi frætta aftur, men eg hugsaði ikki meira um tað. Eitt hálvt ár seinni, tá eg var við landsliðnum í Luksemburg, hoyri eg so aftur frá teimum. Teir høvdu sæð onkrar landsdystir hjá mær og høvdu eisini fólk á staðnum í Luksemburg.
Sjálvur varð eg sáttmálabundin at Víkingi, men teir vóru so lagaligir og lótu meg fara uttan nakað. Og sáttmálin við Ross County varð avgreiddur eftir tveimum døgum, greiðir Atli Gregersen frá.
Á heimliga frontinum var tað ikki heilt so einfalt. Atli vildi fegin royna møguleikan, men ikki fyri ein og hvønn prís.
– Eg havi bæði damu og ein son, og tey vildi eg hava við mær. Men at skula rykkja alt upp soleiðis, vóru vit ikki sinnað til. So tá eg fór til songar hetta kvøldið, vit tosaðu um tað, hevði eg avrátt ikki at fara til Skotlands. Komin til arbeiðis dagin eftir, ringir daman og sigur, at hon helt, at eg skuldi fara avstað. Hon tímdi í øllum førum ikki at hoyra upp á meg um tíggju ár, tá eg grenjaði um mista møguleikan, greiðir Atli Gregersen flennandi frá.
Reint fíggjarliga hevði Atli Gregersen eisini nøkur krøv, sum Ross County skuldi liva upp til, áðrenn hann setti nakra undirskrift á nakran sáttmála.
- Lat meg siga tað soleiðis, at eg fekk pengar fyri at spæla fótbólt við Víkingi, umframt at eg hevði eitt fulltíðarstarv aftrat. Sáttmálin við Ross County skuldi ikki vera minni enn tað, eg vann á henda hátt – gjarna nakað betri, er svarið frá Atla Gregersen, tá hann verður spurdur um lønina, hann fær.
Einastandandi byrjan
Atli Gregersen og Ross County samdust um sáttmálan, og í júnimánaði skifti miðverjin á føroyska landsliðnum Víking út við Ross County.
– Eg hevði sjálvandi mínar fordómar um Skotland, at tað skuldi vera egg, bacon og pubbir, og so ikki so nógv aftrat. Síðani havi eg funnið út av, at tað er Skotland eisini, men fyrst og fremst er Skotland eitt heilt fantastiskt land við ótrúliga nógvum møguleikum. Fólk eru eisini óvanliga blíð, og frætta tey, at tú ert úr Føroyum, so ert tú næstan ein hetja í teirra eygum, fortelur Atli Gregersen.
Hetja ella ikki. Í øllum førum kundi Atli Gregersen valla ynskt sær betri byrjan upp á lívið sum yrkisleikari.
– Tað gekk einastandandi væl undir venjing. Eg haldi ikki, at eg havi spælt betri enn tað sama, og eg var við í øllum venjingardystunum. Tá kappingin byrjaði segði venjarin, at hann helt, at eg tóktist troyttur og tí byrjaði eg á beinkinum fyrsta dystin. Síðani eri eg at kalla ikki sloppin upp í part, sigur Atli Gregersen.
Í roynd og veru hevur hann bara verið við í einum dysti. Hetta var, tá hann varð skiftur inn í 89. minnuti í landskappingardysti fyri einum góðum mánaði síðani.
- Eg eri vanur við at hava ein stóran og sentralan leiklut á teimum liðum, eg spæli á. Tað havi eg als ikki her, og tað havi eg eisini trupult við at góðtaka. Tí spyrji eg eisini venjaran, har eg fái eina nýggja frágreiðing hvørja ferð, staðfestir Atli Gregersen turrisliga.
Venja minst tveir tímar
Hann er tó fullgreiður um, at einasti mátin at vinna sær sæti á liðnum, er við at lata føturnar tala. Tað roynir hann at gera hvønn dag undir venjing, meðan hann roynir at hvíla og koma seg, tá teir hava frí.
- Ein vanligan gerandisdag fari eg upp um hálvgumáttatíðina. Tað tekur tíggju minuttir at koyra til venjing, og vit venja klokkan 11. So eg havi tíð at lesa bløðini, drekka the og eisini styrkivenja áðrenn sjálva fótbóltsvenjiingina.
- Venjingarnar hjá okkum eru ongantíð undir tveir tímar, men liggja sum oftast út í móti hálvumtriðja tíma. Aftaná eta vit frokost. Í dag er mánadagur, tað merkir, at vit venja tvær ferðir og tað gera vit eisini týsdag. Mikudag hava vit frí, meðan vit hava eina venjing hósdag og eina fríggjadag.
Fyri mong ljóðar hetta kanska av nógvum, men ikki hjá Atla Gregersen, sum bara hevur fótbóltin at ganga upp í Skotlandi.
- Nei, har er nógv frítíð. Eg havi jú onga familju her, so eg venji mest møguligt. Ofta geri eg skotvenjingar, eftir at hinir eru givnir, umframt at eg styrkivenji aftrat vanligu fótbóltsvenjingini.
Men hóast mongu tímarnar á venjingarvøllinum, umframt sjálvvaldu eykatímarnar á bæði vølli og í venjingarhølum, kann talið av minuttum av veruligari dystarvenjing hjá Atla Gregersen teljast á einari hond.
Saknar familjuna øgiliga nógv
Tað er kortini ikki tað, sum nívir vælvaksna gøtumannin mest.
– Tað er øgiliga strævið, ikki at hava familjuna rundan um teg. Eg havi eina damu og ein son heima í Føroyum, og næsta barnið er ávegis, men eg eri í Skotlandi. Hvørjaferð eg tosi heim, kennist tað sum eg fái ein knív í hjartað, so svárur er saknurin.
Vinmenn og annað, tað kanst tú altíð tosa við í telefon, men tá tú ikki hevur tíni egnu børn at tær, so er tað ótrúliga hart. Hann spældi altíð bólt, áðrenn eg fór avstað, men at hoyra mín egna son siga nú, at hann ikki tímir at spæla fótbólt longur og tú veitst, at tað er tín skyld, tað er ómetaliga hart, greiðir Atli Gregersen hugtungur frá.
- Tá er tað, at eg hugsi við mær sjálvum, um eg ikki átti at fari heimaftur til Føroya, og hesir tankar hjálpa mær ikki vøllinum, leggur Atli Gregersen aftrat.
Hann hevur lært, at skalt tú gera ævintýr sum tað, hann er í gongd við í Skotlandi, skulu dama og børn við. Samstundis er tað eisini ein ásannan av, at tað er rættast at fara avstað sum ungur leikari, tá tú ikki hevur bundið teg og ikki hevur nakrar bindingar annars. Men tað krevur sín mann at fara avstað.
- Sum 28 ára gamal er tað lættari hjá mær at takkla mótgang. Eg havi eisini eitt sindur av lívsroyndum, umframt at eg havi lætt at tosa við fólk. Hinvegin, fert tú avstað sum ein smæðin føroyingur, so kann tað verða trupult, um tú fert longur enn til eitt nú Frem.
- Men fært tú møguleikan at fara avstað sum 17 ára gamal, so ger sjálvandi tað, sigur Atli Gregersen, sum er fegin fyri tann møguleikan, hann hevur fingið í Skotlandi.
Møguleikin, Atli Gregersen tók av, innibar eisini, at hann segði farvæl við heimligu fótbóltskappingina. Men tað er ikki nakað, gøtumaðurin saknar sum so.
– Sjálvandi sakni eg adrenalinkickið, eg fekk hvønn sunnudag. Í staðin kann eg fylgja við á Portalinum, á Dimmu og umvegis Útvarpið. Men føroyska landskappingin er framvegis har, tá eg komi aftur til Føroya, uggar Atli Gregersen seg við. Hinvegin argar tað hann, at hann ikki spælir meira enn tað sama.
- Sum 28 ára gamal er tað nú, at eg skal toppa. Tí eri eg rættiliga beiskur um, at eg ikki spæli meira. Tó eri eg fegin um, at eg ikki tapti kappingina um altjóða luttøku við Víkingi um vikuskiftið, samstundis sum eg kundi iðra meg um, at eg ikki valdi av tilboðnum í Skotlandi, sigur Atli Gregersen og prikar eitt sindur til gomlu liðfelagarnar heima í Føroyum.
Trupult at samanbera við annað
Atli Gregersen hevur annars fingið sína fótbóltsuppaling í Danmark, har hann eisini náddi at umboða bæði Randers, Lyngby, Skjold og Frem, áðrenn hann flutti endaliga heim til Gøtu. Atli Gregersen dugir tó illa at samanbera næstbestu donsku deildina, bestu føroysku deildina, landsdystirnar og so næstbestu skotsku deildini.
- Eg kann bara siga, at tað er so ófatiliga ymiskt. Venjingin her er á nógv hægri støði, enn eg havi sæð aðrastaðni, men tað sæst ikki aftur undir dysti. Hinvegin kann eg dekka Anelka uttan at vera hildin fyri skommum á nakran hátt, men venjarin metir meg kortini ikki vera nóg góðan til næstbestu skotsku deildina í løtuni. Hvussu tað hongur saman, skilji eg ikki. Mínir liðfelagar hava eisini sæð landsdystin móti Norður Írlandi, sum varð vístur á Sky. Teir søgdu við meg, at tað kláraði eg væl og spurdu so, hví eg ikki spældi meira við teimum. Eg dekkaði jú Lafferty, sum spælir við Rangers í bestu deildini. Tað gekk fínt og tað havi eg eisini gjørt venjaran varugan við, sum sigur, at mín tíð nokk skal koma, greiðir Atli Gregersen frá.
Gøtumaðurin hevur kortini ongan hug, at gera seg betri enn sínar liðfelagar.
- Hevði eg verið nógv betri enn allir mínir liðfelagar í Ross County, so hevði eg sjálvandi spælt, sigur hann.
- Men øgiliga ofta er tað ein spuringur um álit, og tað havi eg ikki frá venjaranum í løtuni.
Hóast vantandi álit og dystarvenjingin, so hevur Atli Gregersen á ongan hátt mist hugin til fótbólt.
- Eg havi tað best í Skotlandi, tá vit venja. Minst tveir tímar við bólti, tað er sum at vera smádrongur aftur. Og so veit eg eisini, at eg havi ment meg. Eg orki væl betri, dugi betri at avlevera og so framvegis. Uttanfyri vøllin læri eg eisini eina rúgvu um eina fremmanda mentan og øðrvísi mál. Eg læri eisini nakað um, hvat eg vil vera við til og hvat eg ikki vil vera við til. Og so havi eg eisini lært, at eg kanska ikki eri heilt so góður, sum eg helt, sigur Atli Gregersen úr Skotlandi.
rolant@sosialurin.fo
FAKTA:
Atli Gregersen
15. juni 1982
Felag: Ross County
Fyrrverandi feløg: Víkingur (GÍ), Frem, Skjold, Lyngby og Randers.
Landsdystir: 13










