Ísraelsku flogførini søktu í morgun at býarpartinum Uzai nærhendis altjóða floghavnini har suðuri í Beirut. Sambært Reuters er hesin býarparturin sloppin undan bumbuálopum, síðani ísraelska átakið í Libanon byrjaði, men í morgun søktu flogfør 19 ferðir at økinum. Uzai er stutt frá sjónum, og í morgun skutu ísraelsk herskip eftir býarpartinum, samstundis sum flogførini bumbaðu. Libansku myndugleikarnir søgdu, at tjúkkur roykur var at síggja nógvastaðni, men tað var ikki greitt, um álopið hevði kravt mannalív.
Nakrar fáar tímar undan álopinum á Uzai søktu ísraelsk flogfør at býunum Rweiss og Harel Hreik, ið verða roknaðir sum trúgvar støðir hjá Hizbollah. Sambært libansku myndugleikunum fingu 12 fólk skaða. Undan álopinum tveittu ísraelsk flogfør flogseðlar niður yvir býirnar við áheitan á fólkið um at fara úr býunum, áðrenn álopið byrjaði.
Hótti Tel Aviv
Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, ávaraði í gjárkvøldið Ísrael ímóti at bumba Beirut, og hann hótti við at svara álopunum.
-Søkir Ísrael at okkara høvuðsstaði, fer Hizbollah at svara við at senda rakettir eftir Tel Aviv, segði Hassan Nasrallah.
Ísraelskir hernaðarserfrøðingar hava fyrr sagt, at Hizbollah kann hava rakettir, sum kunnu raka langt suður í Ísrael, og at tað tí ikki er óhugsandi, at felagsskapurin hevur rakettir, ið bera til Tel Aviv.