Beinta var øgilig á síðstu metrunum

5-mannafør gentur - Eftir at Falkurin hevði verið næstan tríggjar bátslongdir á odda, eydnaðist tað á sjálvari mállinjuni Beintu at rógva seg til sigurin

Ikki serliga góðu líkindini í Vestmanna leygardagin vóru ivaleyst høvuðsorsøkin til, at støðurnar í róðrunum ofta vóru so skiftandi, sum tær nú eina ferð vóru tað.
Eitt dømi um hetta var kapp­ingin millum 5-manna­førini við gentum. Falkurin úr Hósvík og Beinta úr Miðvági hava verið stinnastar tær sein­astu ferðirnar, og tí vóru hesir báðir bátarnir favorittar.
Falkurin legði seg á odda, og flogið var høgt hjá gentunum úr Sundalagnum, sum hesar seinastu vikurnar hava verið at síggja longu klokkan sjey á morgni.
Eina løtu var Falkurin meiri enn tvær bátslongdir framman­fyri næsta kappingarneytan.
Men so spentu tær á Beintu á. Tað tóktist sum um, at tær á seinasta teininum dugdu væl at ríða á aldukambinum, og á sjálvari mállinjuni eydnaðist tað Beintu at vinna seg framum Falkin.
Eitt framúr avrik av teimum í Miðvági, sum ber við sær, at Beinta nú er fremst í FM kappingini. Sílið var klárt numm­ar trý, og Sílið er trý stig aftan­fyri Beintu. Ørnin hevur havt støðuga framgongd, og hesa ferð lá væl fyri hjá Ørnini í start­spurtinum. Men so gekk ikki so væl, og Ørnin endaði á fjórða plássi, ikki færri enn níggju sekund aftanfyri Beintu.
Falkurin er framvegis størsta hóttanin hjá miðvágsgentum. Munurin teirra millum er eitt stig, og tí er alt opið undan Vestanstevnuni, sum verður í Sørvági nú leygardagin.
trondur@sosialurin.fo

1 Beinta 05:13.09
2 Falkur 05:13.14
3 Sílið 05:17.20
4 Ørnin 05:22.04
5 Tjaldrið 05:23.19
6 Silja 05:31.07
7 Tambar 05:38.19

Støðan
1 Beinta 31
2 Falkur 30
3 Sílið 28
4 Tjaldrið 17
5 Ørnin 17
6 Silja 9
7 Tambar 6
8 Fípan Fagra 2