Fríggjadagin kl. 16.00 letur upp nýggj framsýning í Listaglugganum. Tað eru Beinta og Heidi av Reyni, ið báðar eru búðsitandi í Danmark, sum sýna fram málningar og skulpturar.
Beinta er væl kend á bæði føroyska og danska listapallinum og hevur sýnt fram í Føroyum áður. Tað er fyrstu ferð at Heidi sýnir fram í Føroyum; fyri stuttum síðani var hon við á sensureraðari framsýning hjá Kunstnernes Sommerudstilling í Tistrup.
Við á framsýningini í Listaglugganum eru 36 málningar og skulpturar.
Framsýningin er at síggja í Listaglugganum næstu tvær vikurnar.