Norðoya Tjóðveldisfelag skrivar soleiðis um uppstillingarfundin í gjárkvøldið:
»Í gjárkvøldið var 2. og 3. uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Fundurin var hildin í Finastøðini í Klaksvík, og eini 50 fólk møttu upp.
Hýrurin var góður, og nógv tóku orðið
Uppstillaði fyri Norðoya Tjóðveldisfelag eru Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen. Síðst nevndi er til skips í løtuni, og kemur við á mynd seinni.
Fundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.«
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Beintu Løwe. Men sum skilst vildi tjóðveldisfelagið í Norðoyggjum fegin hava hana á listan. Men hon er so ikki á listanum, sum Norðoya Tjóðveldisfelag hevur sent miðlunum í morgun.
Beinta Løwe var fyrstu ferð uppstillað á seinasta løgtingsvalið sum nummar 5 hjá Tjóðveldi við 301 atkvøðu, og hon var uppstillað fyri Norðoya Tjóðveldisfelag. Hon býr í Havn, men er ættað úr Klaksvík.
##med2##