Beint uttan fyri heiðursmerki

Føroysku skjúttarnir hingu væl við, men tað rakk ikki til heiðursmerki í liðkappingini í skeet.

Magni Dam og Jóannis Joensen mannaðu føroyska liðið, og frá byrjan løgdu teir seg í hølunum á Álandi, Isle of Man, Hetlandi og Cayman.

Tað eydnaðist tó ongan tíð at raka røttu runduna, sum kundi togað okkum upp á heiðursmerki, og tá eingin av hinum hevði hug at taka eina vánaliga rundu, vaks munurin frá okkara monnum og upp til heiðursmerkini.

Endaliga úrslitið gjørdist, at føroysku menninir skutu 163 dúgvur. Áland vann kappingina við 180 stigum. Isle of Man vann silvur, meðan Hetland og Cayman bæði endaðu á 170 dúgvum.

-mørk