Í kvøld á midnátt letur flytingarvindeygað aftur í fleiri av teimum stóru europeisku deildunum. Flytingarvindeygað í øðrum londum er tó longu latið aftur. Í Spania lat flytingarvindeygað aftur tann 30 januar, meðan tað í Týsklandi lat aftur í dag klokkan 18:00.
Størstu handlarnir í dag, eru teir at André Schurrle hevur skift búnan hjá Chelsea út við tann hjá Wolfsburg, og at Chelsea hevur keypt Juan Cuadrado frá Fiorentina. Wolfsburg hevur rinda umleið 210 milliónir krónur fyri André Schurrle, meðan Chelsea hevur goldið umleið 270 milliónir krónur fyri Juan Cuadrado.
Av øðrum handlum kann nevnast, at Wilfried Zaha nú hevur skift permanent til Crystal Palace frá Manchester United.
Tað eru nakrir tímar eftir til flytingarvindeygað letur aftur, og til ber at fylgja við beinleiðis á in.fo, um aðrar broytingar fara fram.
20.15: Fleiri miðlar siga seg vita, at fyrrverandi FCK-áleyparin, Dame N'Doye, er ávegis til Hull. Hann spælir í løtuni við Lokomotiv Moskva.
20:28: Aaron Lennon verður útleigaður frá Tottenham til Everton restina av kappingarárinum. Tað er tó ikki alment enn, skrivar SkySports.
21.15: Aston Villa hevur ætlað sær Rickie Lambert úr Liverpool, men Liverpool Echo skrivar, at hann ikki ætlar sær úr felagnum.
21.25: Fyrr í dag gjørdi Vendsyssel FF sáttmála við 21 ára gamla miðvallaran, Bjarke Jacobsen, sum skiftir úr AB. - Hann er ein fullfíggjaður miðvallari við møguleikum, sum røkka longri enn 1. division, sigur ítróttarstjórin, Jacob Kruger, við bold.dk. Kappingin um plássini á miðvøllinum er nú harðnað enn meiri í felagnum, har føroyski Hallur Hansson spælir.
22.45: Philippe Coutinho hevur í kvøld longt sáttmálan við Liverpool. Hann er nú galdandi til 2020.
22.59: Ryan Bertrand, sum Southampton seinastu tíðina hevur leigað úr Chelsea, hevur í kvøld skrivað sáttmála við Southampton. Hann er galdandi í fýra og eitt hálvt ár.
23.01: FC Midtjylland boðar frá, at teir hava leigað áleyparan Paul Onuachu út til Vejle. Tískil er greitt, at Jóan Símun Edmundsson fær harðari kapping um byrjunarpláss í álopinum.
23.59: Hull váttar, at teir hava keypt fyrrverandi FCK-áleyparan, Dame N'Doye, fyri umleið 30 mió. kr. frá Lokomotiv Moskva.
00.03: Fyrrverandi Everton-leikarin, Tim Cahill, skiftir úr New York Red Bulls til Shanghai Shenhua í Kina.
00.10: Miðvallarin hjá Manchester United, Darren Fletcher, hevur skrivað undir tvey og eitt hálvt ára sáttmála við West Bromwich.