Beinleiðis: Europa League lutakastið

B36, ÍF og Víkingur vita nú hvørjum tey skulu møta

Her eru liðini, sum B36, ÍF og Víkingur kunnu møta í Europa League. Dystirnir verða spældir 3. og 10. juli.

 

B36-Linfield:

B36 skal møta Linfield FC úr Norðurírlandi.B36 spældi í 2012 móti júst Linfield FC. Tá endaði tað við brotssparkskapping, eftir at liðini høvdu spælt tvær ferðir 0-0. Tíverri tapti B36 brotssparkskappingina. Nú fáa teir møguleikan at hevna tapið.

 

ÍF-MyPa 47:

ÍF skal møta Myllykosken Pallo-47 úr Finnlandi. Eisini kent sum MyPa 47. Tað var um reppið, at EB/Streymur knúgvaði MyPa í 2007. EB/Streymur tapti útidystin 1-0, meðan dysturin í Gundadali endaði 1-1. Károly Potemkin skoraði málið fyri EB/Streym.

 

Víkingur-FC Daugava:

Víkingur skal møta FC Daugava Daugavpils úr Letlandi. Teir blivu nummar trý í landskappingini í Letlandi í 2013. Helst mundu teir í Víkingi hugsa sær okkurt av hinum liðnum, sum teir kundu møta. Har í millum vóru lið úr Íslandi.