Í dag er lutakastið til EM 2024 undankappingina. Føroyar eru í styrkibólki 4. Tað verða tíggju bólkar, men bara tríggir bólkar við seks londum. Dreymurin er at fáa lið úr sætta styrkisbólki bólki eisini. Føroyar eitt av londunum, sum hevur rokað sum eitt vetrarland. Bara tvey vetrarlond kunnu koma í bólk saman. Teirra millum eru eitt nú Norra og Ísland. Tí kunnu Føroyar bara koma í bólk við eitt av teimum.
Russland er framvegis leikbannað, og tað eru ávís lond við politiskum spenningum, sum ikki kunnu møtast á vøllinum. Eitt nú Hvítarussland og Ukreina, Albania og Aserbadjan og á Balkan eru eisini nakrar samansetingar, ið kunnu møtast. Týskland er vertur og verður tí ikki partur av lutakastinum.
11.10: Tiltakið er byrjar í Týsklandi, men tað gongur ein løta áðrenn vit vita hvørjum Føroyar koma í bólki saman við. Tað er tónleikur, innsløg og prát á skránni fyrst.
11.20: Aftaná nøkur innsløg og prát við Jurgen Klinsmann og Karl-Heinz Riedle, verður nú gjørt klárt til at fara í holt við lutakastið. Og nú er lutakastið byrjað. Tit kunnu fylgja við her.
Bólkur A: Spania, Skotland, Noreg, Georgia, Kýpros
Bólkur B: Holland, Frakland, Írland, Grikkaland, Gibraltar
Bólkur C: Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia, Malta
Bólkur D: Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland, Litava
Bólkur E: Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar, Moldova
Bólkur F: Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan, Estland
Bólkur G: Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria, Luksemborg, Litava
Bólkur H: Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland, San Marino
Bólkur I: Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland, Andorra
Bólkur J: Portugal, Bosnia-Hersigovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia, Liktinstein
Styrkisbólkur 1
Holland, Kroatia, Spania, Italia, Danmark, Portugal, Belgia, Ungarn, Sveis og Pólland
Styrkisbólkur 2
Frakland, Eysturríki, Kekkia, Ongland, Wales, Ísrael, Bosnia-Hersigovina, Serbia, Skotland og Finnland
Styrkisbólkur 3
Ukraina, Ísland, Noreg, Slovenia, Írland, Albania, Montenegro, Rumenia, Svøríki og Armenia
Styrkisbólkur 4
Georgia, Grikkaland, Turkaland, Kasakstan, Luksemborg, Aserbadjan, Kosovo, Bulgaria, Føroyar og Norðurmakedónia
Styrkisbólkur 5
Slovakia, Norðurírland, Kýpros, Hvítarussland, Litava, Gibraltar, Estland, Lettland, Moldova og Malta
Styrkisbólkur 6
Andorra, San Marino og Liktinstein
Dystaryvirlit / EURO 2024:
Dystur 1: 23. – 25. mars 2023
Dystur 2: 26. – 28. mars 2023
Dystur 3: 16. – 17. juni 2023
Dystur 4: 19. – 20. juni 2023
Dystur 5: 7. – 9. september 2023
Dystur 6: 10. – 12. september 2023
Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023
Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023
Dystur 9: 16. – 18. november 2023
Dystur 10: 19. – 21. november 2023
EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.