Beinleiðis: Súni skoraði sigursmálið

KÍ hevur í kvøld tryggjað sær løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í seytjan ár

Tað var so stórt drama, sum tað kundi vera, tá ið KÍ tryggjaði sær løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 1999.

Tað endaði við brotssparkskapping, og tað var fyrrverandi GÍ og Víkinga spælarin Súni Olsen, sum skoraði síðsta málið. Allir spælararnir skoraðu uttan Víkinga miðverjin Erling Jacobsen, sum plagar at vera tryggur, men sum í kvøld sendi bóltin upp um málið.

Tá ið Súni Olsen skoraði var støðan 6-4, og tí var ikki neyðugt hjá Víkingi at skjóta síðsta skotið.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað er KÍ, sum steðgaði fýra ára longu sigursrøðini hjá Víkingi.

 

Fyri KÍ skoraðu Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Jákup B. Andreasen, Niels Pauli Danielsen og Súni Olsen.

Fyri Víking skoraðu Atli Gregersen, Magnus Jarnskor og Hanus Jacobsen.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, rósar Víkingi fyri framúr avrik. Felagið hevur ikki havt fyrsta runda føðingardagin, og felagið hevur verið í seks steypafinalum og vunnið fimm.

Nú ímyndar løgmaður og fyrrverandi KÍ spælarin, Aksel V. Johannesen sær, hvussu tað fer at vera seinni í heyst. Tað liðið, sum hevur besta møguleika at spenna bein fyri klaksvíkingum í strembanini at vinna FM, er júst Víkingur!

 

KÍ-Víkingur 1-1 (1-1)

Finala um løgmanssteypið

Á Tórsvølli leygardagin 27. august 2016 kl. 18.00

Dómarakvartett: Alex Troleis, Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Dagfinn Forná

1-0: Páll A. Klettskarð 14.

1-1: Andreas Lava Olsen 31.

Brotsparkskapping

1-0: Jóannes Bjartalíð

1-1: Atli Gregersen

2-1: Jákup B. Andreasen

2-2: Magnus Jarnskor

3-2: Páll A. Klettskarð

3-2: Erling Jacobsen upp um málið

4-2: Niels Pauli Danielsen

4-3: Hanus Jacobsen

5-3: Súni Olsen

KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Alli – Ísak Simonsen (Heðin Klakstein, 91.), Semir Hadzibulic (Niels Pauli Danielsen, 116.), Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør (Súni Olsen, 64.) – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt Joensen, David Langgaard, Tórur Justesen, Ólavur Nicalsen

Gult kort: Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø

Venjari: Mikkjal Thomassen

Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel (Gunnar Vatnhamar, 87.), Heðin Hansen (Jákup Vatnhamar Olsen, 102.) – Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen (Magnus Jarnskor, 116.) – Andreas Lava Olsen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Sámal Jákup Joensen, Jón Krosslá Poulsen, Hjalti Strømsten

Gult kort: eingin

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

---

120 minuttir eru farnir, og nú verður tað avgjørt við brotsspørkum, um tað verður KÍ ella Víkingur, sum fer at vinna løgmanssteypið 2016!

 

--

Tvær ferðir trý korter eru av,og Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð, áðrenn tað verður longd leiktíð.

Spælararnir rigga nú til - steðgurin verður fimm minuttir - og so verður spælt tvær ferðir eitt korter.

Ljósini lýsa á Tórsvølli, men tað er framvegis alljósur dagur, himmalin er bláur, og áskoðararnir eru framvegis í sera góðum hýri.

Fráferðin hjá Smyrli norður til Klaksvíkar er útsett, so teir knappliga túsund KÍ fjeppararnir fáa høvi at sigla norður aftur!

---

Eftir sera ferðmiklan, intensan og spennandi hálvleik eru spælararnir farnir at hvíla seg.

Støðan er 1-1, og harvið er tað eins opið, sum tað var frá fyrsta bríksli.

KÍ hevur tvær ferðir fyrr í ár vunnið ímóti Víkingi í landskappingini - í Sarpugerði og í Klaksvík. Í báðum førum endaði tað 2-0 til KÍ.

Eftir eitt korter legði Páll A. Klettskarð KÍ framum eftir horna úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð.

Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði Andreas Lava Olsen eftir fínt álop og framlegging frá Philip Djordjevic.

Hetta er fyrsta málið, sum Víkingur hevur skorað ímóti KÍ í ár.

Alex Troleis er dómari, og hann hevur megnað at syrgt fyri, at spælið ikki er órógvað av, at tað aftur og aftur er btíkslað. 

 

-----

Líkindini eru av teimum fagrastu, nú tað er klárt at spæla finalu um løgmanssteypið. Alex Troleis fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 18.00.

Tað er útselt. Tað vil siga, at tað eru 4800 fólk kring vøllin, nú spælararnir leggja hond á síðstu fyrireikingarnar.

Tað ber til at fylgja við á in.fo her

http://bender.ctrl.fo/index.php?id=46