Vælkomin til frásøgn frá seinnu FM-finaluni hjá kvinnum í flogbólti.
Til ber eisini at fylgja við á Rás2 og við at stroyma
Liðini bæði, Fleyr og KÍF, eru júst komin inn á vøllin og byrjað verður hvørja løtu.
Hóast Fleyr vann greiðan 3-0 sigur í fyrru finaluni, er óførur hýrur millum áskoðararnar úr Kollafirði, ið royna at gera sítt til, at dysturin fer at eydnast betri enn hóskvøldið.
1-0 til Fleyr (25-20)
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna. Liðini fylgdust til 9-9, men so legði Fleyr seg á odda 14-10. Hesin munurin helt sær leingi, tó at ein vón byrtist í KÍF við støðuni 19-16. Eftir eitt time-out fekk Fleyr tó aftur tamarhald á, samstundis sum KÍF gjørdi nøkur óheppin mistøk.
Fleyr fekk settbólt við støðuni 24-17. Tað eydnaðist KÍF at verja tríggjar settbóltar, men Fleyr avgjørdi settið við einum smashi til støðuna 25-20.
2-0 til Fleyr (25-23)
Annað settið gjørdist hitt mest spennandi í ársins kvinnufinalum.
KÍF legði seg tíðliga á odda við tveimum stigum, og tær hildu munin til 9-6 áðrenn Fleyr tók um endan aftur og javnaði til 10-10. Fleyr fekk eina trivaliga leiðslu við 16-12, men KÍF stríddi seg inn aftur í settið og fekkmunin niður í eitt stig.
Frá støðuni 21-20 hepnaðust stigini betri hjá Fleyr og tær fingu settbólt við 24-21.
KÍF hótti við at gera tað heilt spennandi, tá tær vardu settbóltarnar til støðuna 24-23, men eins og í fyrsta settið var tað Fleyr, ið var best í avgerandi løtuni, tá ið tær vunnu settið 25-23.
3-0 til Fleyr - Fleyr er føroyameistari
Fleyr setti tingini upp á pláss í triðja setti og gjørdist sannførandi føroyameistari.
Fleyr legði seg beinanvegin á odda við trimum stigum, og KÍF megnaði ongantíð at minka um hendan munin.
Í staðin eydnaðist tað einaráðandi Fleyrliðnum at økja og økja, so at tær fingu settbólt við støðuni 24-11.
Tær tóku av hesum bólti, og gjørdust sostatt føroyameistarar eftir greiðan 3-0 sigur eftir 25-11 í seinasta settinum.
Hetta var seinasta stigið á einaráðandi herferðini hjá Fleyrkvinnunum í ár. Tær hava vunnið alt, ið vinnast kann hetta kappingarárið.
Fleyr gjørdist greiður vinnari av grundspælinum, tær vunnu steypafinaluna fyrr í vár og gjørdust so í dag føroyameistarar og greipuvinnari.
Hiðani verða Fleyrkvinnurnar ynsktar til lukku við greipuni.