Anna Maria og Heini Ellingsgaard saman við børnunum Ester og Leif høvdu leitað sær oman í býin í góðveðrinum í dag. ?Vit fingu tíverri einki við av ólavsøkuni í gjár. Men vanliga eru vit altíð á ólavsøku, har kappróðurin hevur alt at siga. So hetta er fyrstu ferð, eg havi verið á ólavsøku uttan at sæð kappróðurin,? sigur Heini.
?Tá vit eru útisetar í Danmark, vilja vit gjarna vitja allar oyggjarnar, so vit vóru í Fugloy og Kallsoy í gjár og Hesti og Koltri í morgun. So vit koma á ólavsøku beinleiðis frá Koltri,? sigur Anna Maria flennandi.
?Eitt, sum er fast, er Ævintýrferðin hjá Búa Dam og Dánjal á Neystabø. Tað halda børnini ? ja, og eg sjálvur ? vera serstakliga stuttligt,? sigur Heini við sínum eyðkenda flenni.
?Í kvøld fara vit út til tvey vinfólk á Argjum, ið júst hava keypt sær nýggj hús, at fáa okkum ein lekran nátturða. Seinni fara vit bara at ganga í býnum og heilsa upp á fólk, sum man ikki hevur sæð leingi,? sigur Anna Maria at enda.