Beinleiðis: Føroyar vunnu á Georgia

Eftir fyrra hálvleik eru Føroyar frammanfyri 3-1 í U-21 heimadystinum ímóti Georgia

94) 3-1

LIÐUGT

 

90) 3-1

Fýra minuttir lagdir aftrat.

 

90) 3-1

Ólavur Niclasen verður settur á vøllin í staðin fyri Bjarna Petersen.

 

88) 3-1

Tað er aftur og aftur nær við og næstan frammanfyri føroyska málið, men tað restar síðsti fóturin ella georgiska høvdið, sum kann stýra bóltin í málið.

 

85) 3-1

Nú var aftur tætt við, at Føroyar øktu um munin. Jákup V. Olsen royndi seg við skoti úr 45 metrum, og bólturin fór omanfyri uttarlaga stadda málverjan og dygst skeivu megin stólpan.

 

82) 3-1

Risa møguleiki hjá Georgia at minka um munin, men eftir fleiri royndir úr heilt stuttari fjarstøðu, endar tað við, at bólturin verður sendur uppum málið.

 

80) 3-1

So var tætt við 4-1: Eftir innkast og fínt uppspæl í vinstru var Meinhard E. Olsen í góðari støðu í brotsteiginum í vinstru, tá ið hann smekkaði til, men bólturin fór við síðuna av. 

 

78) 3-1

Nú er dagsskráin alt meiri, at tað er Georgia, sum er í álopsstøðu, og Føroyar eru í verjustøðu.

 

75) 3-1

Georgia hevur fríspark úr góðari støðu nítjan metrar úr málinum, men Karstin Hansen bjargar, tá ið bólturn verður lyftir uppum manngarðin.

 

70) 3-1

Jákup Vatnhamar Olsen avloysir Jóannes Bjartalíð. Verjukend útskifting í høgra borði.

 

68) 3-1

Lotið er væl frískari nú, enn tað var í fyrra hálvleiki. Tað er framvegis turt.

 

66) 3-1

Fínt føroyskt mótálop. Jóannes Bjartalíð spælir eitt sindur í vinstru til Jákup Thomsen, sum roynir seg úr spískum, men málverjin bjargar.

 

64) 3-1

Føroyar skifta út: Betuel Hansen fer skaddur av vøllinum, og í hansara steð verður settur Jákup B. Andreasen.

 

63) 3-1

Tað knípir hjá føroyska liðnum at samanspæla. Georgia hevur væl betri tak á spælinum, og ferð eftir ferð spæla gestirnir seg ígjøgnum í vinstru, og innleggini kennast vera vandamikil.

 

59) 3-1

GULT KORT. Benjamin Heinesen sær gult fyri ófantaligt fríspark aftanfyri miðstrikuna í høgru.

 

57) 3-1

GULT KORT. Meinhard E. Olsen sær gult kort, eftir at hann í brotsteiginum í vinstru hevur sneitt framvið mótstøðumanni og so fer um koll. Dómarin heldur, at hann filmaði.

 

51) 3-1

Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið, sum fyrsta løtan í fyrra hálvleiki var. Georgia er nógv á bóltinum. Nú var uppspælið í vinstru gott, og støðan kendist vandamikil, tá ið tað varð lagt flatt innfyri, men bólturin fór framvið øllum og út í handara borði og harvið málspark til Føroyar.

 

46) 3-1

Føroyska liðið er í somu útgávu sum undan steðginum. Georgia hevur gjørt eina skifting í álopinum.

 

HÁLVLEIKUR

3-1

Lagið er sera gott, nú spælararnir eru farnir undir tak at hvíla seg og at brynja seg til seinna hálvleik.

Talan verður neyvan um skiftingar á føroyska liðnum beinanvegin eftir hvíldina, tá ið havt verður í huga, hvussu væl tað hevur gingið.

Á føroyska beinkinum eru Elias Rasmussen, Víkingur, Ari Olsen, Skála, Ólavur Niclasen, KÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ, Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur, Daniel Johansen, HB, og John Fredriksen, 07 Vestur.

 

45) 3-1

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

43) 3-1

GULT KORT. Føroyski liðformaðurin Hákun Edmundsson sær gult fyri frammanfyri miðstrikuna og í høgru at halda í einum av mótstøðumonnunum.

 

39) 3-1

3-1: Teit Jacobsen

Eftir innkast í høgru leggur Meinhard E. Olsen innfyri, og við handara stólpa og átta metrar úr málinum er tað Teit Jacobsen, sum fyri løtu síðani gjørdi sjálvmál, ið fluktar bóltin í málið.

 

36) 2-1

Georgia hevur enn einaferð horna úr høgru. Tað endar við skoti úr átjan metrum, men bólturin fer væl omanfyri málið. Eftiransingarnar eru ikki góðar.

 

33) 2-1

So var tætt við, at Georgia javnaði. Eftir framlegging úr høgru og til handara stólpa er maðurin púra leysur við handara stólpa, tá ið hann stútar úr góðari støðu, men tíbetur fer bólturin skeivu megin stólpan.

 

28) 2-1

2-1: Sjálvmál

Eftir skjótt uppspæl í vinstru og flatt innlegg er føroyski miðvallarin Teit Jacobsen, sum er óheppin at stýra bóltin í føroyska málið. Sera óheppið.

 

27) 2-0

2-0: Jákup Thomsen

Framúr vakurt mál. Uppspælið er frá føroyska malverjanum Karstin Hansen og í vinstru til Bartal Wardum, sum spælir fram til Teit Jacobsen, sum leggur innfyri úr vinstru til Jákup Thomsen, sum úr trettan metrum heilfluktar í málið.

 

25) 1-0

Georgia hevur fríspark frammarlaga í høgru. Kombinatiónin er hugflogsrík, men bólturin verður sendur upp um føroyska málið.

 

21) 1-0

1-0: Meinhard E. Olsen

Eftir framlegging úr høgru er Meinhard E. Olsen leysur í brotsteiginum í vinstru, tá ið hann smekkar til, og bólturin fer í málið. Fínt skot og lítið sannførandi verjuspæl.

 

17) 0-0

Jóannes Bjartalíð fær fatur á bóltinum, tá ið georgisku spælararnir royna seg við tvørsending. Jóannes dregur og smekkar so til úr átjan metrum og mitt fyri. Bólturin strýkur dygst omanfyri tvørtræið. Størsti møguleikin higartil.

 

15) 0-0

Georgia hevur fyri tað mesta bóltin, og fleitu føroysku spælararnir eru í og kring brotsteigin. Talan hevur tó ikki verið um upplagdar møguleikar.

 

12) 0-0

Við frísparki verður bólturin sendur við síðuna av stólpanum.

 

11) 0-0

Georgia vinnur fríspark tjúgu metrar úr málinum og eitt vet til høgru - vandamikil støða.

 

09) 0-0

Georgia vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

08) 0-0

Góð støða hjá føroyska liðnum. Meinhard E. Olsen leggur innfyri úr høgru, og Jóannes Bjartalíð er í góðari støðu út frá nærra stólpan, men hann fær tíverri ikki rættiligt tak á bóltinum.

 

04) 0-0

Georgia hevur havt bóltin mest sum alla tíðina, men fyrsta royndin var ikki fyrrenn nú. Bólturin fór væl omanfyri málið.

 

01) 0-0

Georgia tapti 5-2 á útivølli ímóti Danmark.

 

00) 0-0

Veðurforsøgnin var ikki nakað serlig, men líkindini eru góð at spæla fótbólt á Tórsvølli.

 

Føroyar-Georgia

U-21 undankappingardystur

Á Tórsvølli týsdagin 10. Apríl kl. 17.30

Dómarakvartett av Malta: Farrugia Cann Trustin, Duncan Sultana, Christopher Francalanza og Mario Apap

Føroyar: Karstin Hansen, NSÍ - Benjamin Heinesen, B36, Bartal Wardum, HB, Bjarni Petersen, B36, Erlendur Magnusson, B36 – Hákun Edmundsson, Skála, Betuel Hansen, NSÍ – Jóannes Bjartalíð, KÍ, Teit Jacobsen, Sønderjyske, Meinhard E. Olsen, B36 – Jákup Thomsen, Thisted

Venjari: Eli Hentze

 

Georgia: Kupatadze – Shulaia, Margvelashvili, Tabidze, Nadaria – Kharaishvili, Chakvetadze, Mokevishvili – Arabidze, Arveladze, Mikeltadze