Beinleiðis: Føroyar - Montenegro

Føroyska kvinnulandsliðið spælir HM-undankappingardyst á Tórsvølli.

Nú kl.15.00 seinnapartin spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í HM-undankappingini, sum verður spæld her heima í Føroyum. Mótstøðuliðið er Montenegro, sum hósdagin tapti 3-0 ímóti Turkalandi.


Lagið er gott og vónirnar tað sama, nú Føroyar í fyrsta dystinum vann heili 5-1 ímóti Luksemburg. Eins og í fyrra dystinum, so gera føroysku miðlarnir nógv burturúr við at fylgja kvinnulandsliðnum í hesi undankappingini.


Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, og tilber at lurta HER.


FSF-Varpið sendir eisini dystin beinleiðis, og tilber at hyggja HER.