Beinissvørð á Skála

Fyrr í dag sleipaði vaktarskipið Brimil vágstrolaran Beinissvørð inn á Skála, har ymiskt skal gerast við skipið Djúpvatnstrolarin Beinissvørð (TG 440), sum er heimahoyrandi í Vági, liggur nú á Skála.

Í dag kom vaktarskipið Brimil við trolaranum upp á sleip úr Vági og norður á Skála.

Portalurin skilir, at skipið skal hava ymiskar umvælingar á Skála Skipasmiðju.

Tað er Sancy Trawl, ið eigur Beinissvørð, sum kom í føroyska fiskiskipaflotan fyri Sancy, sum er seldur norðmanninum, Oddvar Vea.

Sancy fer ikki til fiskiskap, men verður veitingarskip í oljuvinnuni.

Beinissvørð er keyptur úr Íslandi. Skipið kallaðist Andey og var í fleiri ár heimahoyrandi í Suðavik, haðani tað fiskaði rækjur.

Andey er upprunaliga smíðað í 1989 sum frystitrolari til Hornafjørðin.