Beinir við sponskum videolag

Beinir hevur givið sangin Sápubløðran út av nýggjum, hesuferð á sponskum.

Síðan 1. februar hevur Beinir búð í Alicante í Spania saman við familjuni. Og eftir eitt hálvt ár í sponskum skúla og eina langa summarferiu dugir Beinir væl spanskt.


Tónleikurin er sjálvandi fluttur við til Spania, og Beinir hevur saman við bróðrinum Rana havt nakrar tónleikaframførslur í Alicante. Beinir hevur eisini smíðað okkurt nýtt lag, men størsta uppgávan í summar hevur verið at umsett Sápubløðruna til spanskt, og tikið upp nýtt sjónbandalag í sponskum summarveðrið. Arbeiðið er nú liðugt og seinasta fríggjadag varð Burbuja de jabón løgd á Youtube.
 

Spanska sápubløðran skal eisini brúkast til at finna út av, um áhugi er fyri tónleikinum hjá Beinir í Spania. Spennandi verður at síggja, hvussu langt sápubløðurnar hjá Beinir fara at flúgva í heitu sponsku heystarluftini.