Beinir: Útgávutiltak í Tutl

Ungi sangarin fer eisini at spæla nøkur løg í sambandi við tiltakið

Í oktobur gav Beinir Troest Rasmussen plátuna Greener út.

 

Beinir hevur verið á konserferð síðan 1. novembur, og nú eru hann og sera dugnaligi bólkur hansara á veg til Føroya at spæla tvær útgávukonsertir í Løkshøll, áðrenn stóru konsertirnar í Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn.

 

Dagin fyri fyrru konsertina í Føroyum, t.e. hósdagin 21. novembur kl. 15, verður útgávutiltak í Tutl í Havn, har Beinir fer at spæla nøkur løg.

 

Hann fer eisini at signera plátur og fløgur.