Beinir letur Voxbotn upp

Tann 26. juni gevur Beinir Troest Rasmussen út fløgu við 10 sangum, sum hann sjálvur hevur skrivað orð og lag til. Tríggjar dagar seinni, leygardagin 29. juni, fara Beinir og hansara bólkur at lata stóra pallin á Voxbotn 2013 upp, har teir fara at spæla nýggju løgini.

 

Seinastu tvey árini hevur 12 ára gamli Beinir verið sangari og gittarspælari í Kulum Rótum. Í hesum tíðarskeiði hava tey latið tvær fløgur úr hondum. Á seinastu útgávuni vóru tveir sangir, sum Beinir hevur skrivað. Heitislagið Vov-vov, sum er sera væl umtókt ímillum børn í Føroyum, gjørdi Beinir saman við hinum børnunum í Kulum Rótum.

 

Beinir er eisini sangari og gittarspælari í Óvita Blues Band, sum spælir bluestónleik hjá kendum tónleikarum úti í heimi. Umframt at verða á palli við nevndu bólkum, framførir Beinir javnan síni egnu løg einsamallur við kassagittara.