Í ár verður danska grundlógin 175 ár, og í tí sambandi skipar Danmarks Radio fyri beinleiðis sjónvarpssending við felagssangi av Christiansborg leygarkvøldið.
Kendir danskir sangarar og tónleikarar fara at spæla løg, sum øll kenna og duga at syngja.
Beinir Troest er ein teirra, sum fer at spæla á Christiansborg leygarkvøldið.
Vertir í sendingini verða Katrine Muff og Johannes Langkilde, sum síðan 2021 hava skipað fyri sendingini “Fællessang – hver for sig” á DR.
Tað verður millum klokkan 19-20 føroyska tíð leygarkvøldið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Beinir verður at síggja í donskum sjónvarpi. Í februar var hann við í sending á TV2. Les um tað HER.
LES EISINI: Beinir boðar frá trimum konsertum í Danmark seinni í ár